Munur á í Danmark og Grønlandi

Munur á í Danmark og Grønlandi
Grønlendski landsstýrismaðurin í lógarmálum, Aqqaluaq B. Egede, gevur nú danska løgmálaráðnum av grovfílini, tí munur er á rættarøkinum í Grønlandi og Danmark.
Grønlendski landsstýrismaðurin í lógarmálum, Aqqaluaq B. Egede
Mynd: KNR  
 
15.04.2023 - 13:05

Í brævi sínum til danska løgmálaráðið vísir landsstýrismaðurin millum annað á, at á fleiri økjum er Grønland eftirbátur, tí meðan broytingar verða gjørdar í Danmark, hendir einki í Grønlandi.

Millum annað verður víst á revsikarmin fyri serliga álvarslig brotsverk, sum í Danmark kunnu revsast við upp í 16 ára fongsulsrevsing, men í Grønlandi kann revsing ikki vera meira enn 10 ár.

Hetta gjørdi Grønland longu vart við í 2019, men enn er einki hent, tí danskir myndugleikar skylda uppá, at pláss er ikki í Grønlandi fyri teimum, ið fáa longri fongsulsrevsingar.

Men hesum vísir Aqqaluaq B. Egede aftur og sigur, at danska stjórnin tvørturímóti hevur sagt, at rættarpolitikkurin í danska ríkinum ikki eigur at vera tengdur at, hvussu nógv pláss er í fongslunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342