Finsk sendistova fekk pulvurbræv

Finsk sendistova fekk pulvurbræv
Finska sendistovan í Moskva hevur í vikuni fingið trý illgrunaverd brøv. Tað skrivar finska avísin, Iltalehti.
Finska sendistovan í Moskva
Mynd: Maxim Shemetov/Reuters  
 
15.04.2023 - 10:35

– Tey trý brøvini komu til sendistovuna hósdagin, og í tí fyrsta var okkurt hvítt pulvur, sigur ein talsmaður fyri sendistovuna við avísina.

Hann upplýsir, at hini bæði brøvini vóru ikki latin upp, men vil annars ikki upplýsa, hví tey bæði brøvini eisini eru illgrunaverd.

Heldur ikki vil talsmaðurin siga, júst hvønn á sendistovuni brøvini vóru stílað til, men russiska avísin Izvestija sigur, at brøvini vóru stílað til finsk sendifólk.

Fyrr henda mánaðin fekk Finnland limaskap í NATO, og tað hevur fingið ilt í russiskar myndugleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109