- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høgni Hoydal: "Vit vilja hava okkara egnu uttanríkispolitisku rødd"
Árligi fundurin millum danska uttanríkisráðharran og landsstýrismannin í uttanríkismálum var fyrrapartin.
Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, var eisini væl nøgdur við fundin við danska uttanríkisráðharran, Lars Løkkre Rasmussen, sum Høgni Hoydal lýsti sum úrslitssøkjandi.
"Vit kennast væl, Lars Løkke Rasmussen og eg, og hann veit væl, at vit vilja hava okkara egnu uttanríkispolitisku rødd. So málið við fundinum var at finna ein máta at samstarva uttanríkispolitiskt uppá," segði Høgni Hoydal eftir fundin.
Teir báðir skiltust uppá, at teir vilja royna at røkka nøkrum av uttanríkispolitisku málunum, ið hendan samgongan hevur sett sær fyri, meðan teir báðir sita í uttanríkissessunum í Føroyum og Danmark.