- Vit liva, sum um hepnið er við okkum í allar ævir

- Vit liva, sum um hepnið er við okkum í allar ævir
Tað sigur Rafael Grossi, leiðari fyri altjóða kjarnorkustovninum IAEA, eftir at tvær landminur eru brostnar nærindis kjarnorkuverknum í Zaporizjza í Ukraina.
Rafael Grossi er leiðari fyri altjóða kjarnorkustovninum IAEA.
 
14.04.2023 - 09:55

IAEA hevur fleiri ferðir sagt seg stúra fyri trygdini hjá størsta kjarnorkuverkinum í Evropa. 

Russiskar herdeildir tóku valdið á kjarnorkuverkinum har suðuri í Ukraina í mars í fjør.

- Vit kunnu ikki vænta, at hepnið er við okkum í allar ævir, tá ið vit tosa um kjarnorkutrygdina í Zaporizjza-verkinum, sigur Grossi í fráboðan.

- Taka vit ikki tøk fyri at verja orkuverkið, endar tað fyrr ella seinni galið - við møguliga álvarsligum avleiðingum fyri heilsuna hjá fólki og fyri umhvørvið, leggur hann aftrat.

Tvær landminur brustu 8. og 12. apríl uttan fyri girðingina, sum er runt um orkuverkið, stendur í fráboðanini. 

Tað er ógreitt, hví tær sprongdust.

Grossi hitti leiðandi umboð fyri Russland í Kaliningrad í síðstu viku fyri at tosa um eina ætlan fyri trygdina hjá verkinum. 

Undan fundinum hevði hann hitt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenski.

Stjórin fyri IAEA rópti í gjár eisini varskó um, at verkið bert hevur eina orkulinju, sum virkar, og "ógvuliga stórur vandi" er fyri trygdini.

Eykalinjan, sum fekk skaða 1. mars, er framvegis ikki umvæld, sambært IAEA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109