- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grein 25-nevndin hevur skipað seg
Grein 25-nevndin hevur skipað seg
Bjørt Samuelsen er forkvinna, og Jørgen Niclasen næstformaður.

Bjørt Samuelsen er forkvinna í grein 25-nevndini.
14.04.2023 - 09:50
Nevndin skal viðgera uppskotini hjá formansskapinum í løgtinginum um at javnseta almenn starvsheiti, so sum at ein løgtingslimur eisini kann eita løgtingskvinna ella løgtingsmaður, og er ein kvinna løgmaður, kann hon eita løgkvinna
Síðani fer nevndin at viðgera bæði uppskotini um at broyta stýrisskipanarlógina og tingskipanina.
Í grein 25-nevndini eru, umframt Bjørt Samuelsen og Jørgen Niclasen, Kristianna Winther Poulsen, Johan Dahl, Karlot Hergeirson og Steffan Klein Poulsen.
Grein 25-nevndin hevur fund í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV