Málráðið vil gjarna eftirmetast

Málráðið vil gjarna eftirmetast
Málráðið boðaði tvær ferðir Mentamálaráðnum frá í fjør heyst, at tað gjarna vil hava lógina um Málráðið eftirmetta, stendur í ársfrágreiðingini hjá Málráðnum fyri 2022
 
11.04.2023 - 08:13

Í ársfrágreiðingini hjá Málráðnum fyri 2022 stendur, at Málráðið boðaði tvær ferðir Mentamálaráðnum frá í fjør heyst, at tað gjarna vil hava lógina um Málráðið eftirmetta. 

Men enn er eingin eftirmeting komin í løgtingið.

Í málráðslógini frá 2012 stendur, at landsstýrisfólkið skal eftir trimum árum leggja fyri
løgtingið frágreiðing, um lógin virkar eftir ætlan.

 

Ásetast reglur

Kannast skal, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Ein eftirmeting var gjørd í 2016. 

Men hana fekk løgtingið ongantíð. Mentamálaráðið metti hana ikki at lúka krøvini um hóskandi
eftirmeting. 

 

Ætlanin er at eftirmeta

Mentamálaráðið hevur síðani vent sær til Málráðið við tí í hyggju at gera eina nýggja,
tíðarhóskandi eftirmeting. 

Málráðið hevur tvær ferðir spurt, hvussu eftirmetingin skal formliga skipast og fíggjast. 

Í samgonguskjalinum stendur einki um slíka eftirmeting ella um Málráðið yvirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301