
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at byggja ein bústovn um árið
Ætla at byggja ein bústovn um árið
50 milliónir krónur eru settar av í játtanarkørmunum til nýggjar bústovnar um árið næstu fýra árini

Bústovnurin til børn og ung við autismu stendur í gerð á Argjum. Ætlanin er at byggja ein bústovn um árið næstu fýra árini, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.
05.04.2023 - 09:48
Landsstýrið hevur sett 50 milliónir krónur av um árið at byggja nýggjar bústovnar frá 2024 til 2028.
Farið verður undir fyrireikingarnar í ár, stendur í játtanarkørmunum.
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almannamálum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at ætlanin er at byggja ein bústovn um árið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
05042023_Bustovnar_og_Sirid
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV