
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar fegnast um nýggja kappingarlóg

Føroya arbeiðsgevarafelag fegnast um, at kappingarlógin verður dagførd.
Felagið tekur sum heild undir við yvirskipaða innihaldinum í lógaruppskotinum hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Uppskot um nýggja kappingarlóg er komið í løgtingið.
Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipar fyri kunningartiltaki, so vinnan fær høvi at spyrja um nýggju lógina.
Tí tekur Uttanríkis- og vinnumálaráðið undir við.
Kærustovnurin mælir til at strika freistina, sum er átta vikur, at avgera mál. Tað vil Uttanríkis- og vinnumálaráðið tó ikki. Tað heldur, at freistin er hóskandi.
Kommunufelagið mælir til, at partar av kappingarlógini ikki vera galdandi fyri kommunurnar.
Kann verða kappingaravlagandi
Kommunufelagið vísir á, at kommunala virksemið er fyri tað mesta grundað á kommunufulltrúnna. Virksemið er tí ikki lógarbundið.
Kommunur kunnu enda í teirri støðu, at virksemi hjá kommununum er kappingaravlagandi, sigur Kommunufelagið.
Felagið mælir til, at partar av kappingarlógini ikki vera galdandi fyri kommunurnar.
Men Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur, at lógin tryggjar, at kommunur skulu kappast á jøvnum føti við privata vinnu.
Hvørki føroyskt vinnulív ella landsstovnar, sum útinna vinnuvirksemi, hava slíkt frælsi, at tey ikki kappast við privata vinnu, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.