Eiga ikki at varðveita somu fiskidagar, tá fiskiorkan veksur

Eiga ikki at varðveita somu fiskidagar, tá fiskiorkan veksur
Dennis Holm, landsstýrismaður, fer at taka málið um fiskiorkuna og fiskidagarnar hjá nýggja Eysturbúgvanum til viðgerðar
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum.
 
04.04.2023 - 14:27

Tað eigur ikki at bera til at skifta ein trolara út við ein munandi størri, og samstundis varðveita allar fiskidagarnar. 

Tað heldur Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivivnnumálum.

Hann fer at taka málið upp í Fiskimálaráðnum.

 

Nýggi Eysturbúgvin hevur tvær ferðir so stóra fiskiorku sum Eysturbúgvin, ið sakk í fjør. (Savnsmynd)

Støðan kom í, tá ið felagið Vørðustíggjur fekk eitt nýtt skip fyri gamla Eysturbúgvan sum sakk í fjør.

Nýggi Eysturbúgvin hevur meira enn tvær ferðir so stóra fiskiorku, men hann fær kortini fiskidagarnar fluttar yvir, ein til ein, tí Vørn brúkar eina kunngerð, sum var lýst í 2019, tá ein onnur lóg skipaði fiskivinnuna at skipa fiskidagaskipanina eftir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04042023_Dennis_um_fiskiorku

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301