- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partur av príseftirliti takast við í kappingarlógina
Partur av príseftirliti takast við í kappingarlógina
Formaðurin í Vinnunevndini ávarar ímóti at áleggja vinningssteðg, tí tað máar støðið undan kappingini

Erhard Joensen er formaður í Vinnunevndini í løgtinginum.
04.04.2023 - 13:45
Í uppskoti um kappingarlóg, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur lagt fram, er einki príseftirlit.
Høgni Hoydal segði í tíðindunum í gjár, at ráðið náddi ikki at fáa tað við í uppskotið hesaferð. Hann væntar tó, at Vinnunevndin fer at taka hetta við í viðgerðina og flætta tað inn í álitið frá nevndini.
Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini, ætlar tó ikki at fáa allar partar av príseftirlitinum við í kappingarlógina.
Og hann ávarar ímóti at áleggja vinningssteðg, tí tað fer at máa støðið undan kappingini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04042023_Kappingarlog_og_Erhard
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV