Ridluskriði í Íslandi

Ridluskriði í Íslandi
Allur seyðurin á einum garði við Miðfjørð á norðurlandinum er tikin av, og fjørðurin er lýstur at vera smittuøki
Allur seyðurin er tikin av, og Miðfjørður er lýstur at vera smittuøki. (Savnsmynd: RÚV)
 
04.04.2023 - 09:50

Allur seyðurin á einum garði á norðurlandinum í íslandi er tikin av, eftir at ridluskriði er staðfestur har. Talan er um 690 seyðir.

Ridluskriði er, sambært Orðabókagrunninum, ringur skriði, ið fær seyðin at træna burtur. 

Garðurin er við Miðfjørð á norðurlandinum, og fjørðurin er nú lýstur at vera smittuøki.

 

Boðaði frá sjúkum seyði

Í síðstu viku boðaði bóndin í Bergsstøðum myndugleikunum frá um sjúkan seyð, sum kundi vera ridluskriði. 

Royndir vóru tiknar av seyðinum, og staðfest var, at seyðurin hevur ridluskriða.

Nú verður kannað, av hvørjum garði seyðurin er komin, og annars at fáa yvirlit yvir støðuna. 

Ridluskriði er ikki staðfestur í økinum fyrr, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109