
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin avgerð tikin um landsroyndir og PISA

Eingin avgerð er tikin um landsroyndirnar og PISA enn.
- Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at vera gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framav og taka skjóta avgerð, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, við Skúlablaðið.
Í samgonguskjalinum stendur, at ætlanin er at endurskoða landsroyndirnar og PISA-royndina.
Landsroyndirnar hava verið síðan 2008 og PISA-royndin síðan 2006.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum.
Føroya lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at úrslitini frá royndunum so at siga ikki vera nýtt, og einki verður granskað í teimum, skrivar Skúlablaðið.
Djóni N. Joensen sigur, at tað er ikki heilt rætt.
Úrslitini vera brúkt, sigur landsstýrismaðurin. Bæði skúlar og foreldur brúka tey, sigur hann.