
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strangari kappingarlóg, men einki príseftirlit enn
Strangari kappingarlóg, men einki príseftirlit enn
Lógin um príseftirlit skal fyrireikast fyrst, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum

Nýggj kappingarlóg er á veg, men príseftirlit verður ikki stovnað nú, tí lógin skal fyrireikast. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
04.04.2023 - 09:33
Føroyar skulu hava nýggja kappingarlóg.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sigur, at tað eru serliga trý viðurskifti, sum verða øðrvísi enn í galdandi lóg.
Í seinastuni hevur verið nógv frammi at stovna príseftirlit, men tað er ikki partur av hesum uppskotinum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eigur uppskotið um nýggja kappingarlóg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Lóg um príeftirlit skal fyrireikast fyrst, sigur Høgni Hoydal.
Miðflokkurin hevur lagt fram eitt uppskot til samtyktar um príseftirlit, og tað mælir Høgni Hoydal til at samtykkja.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04042023_Kappingarlog
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV