- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin um biografar fer í søguna

Ikki er longur brúk fyri lógini um biografar frá 1984.
Almanna- og mentamálaráðið mælir tí til at strika lógina.
Loyvi frá landsstýrisfólkinum til at reka biograf ella til almennar filmssýningar verður mett at vera óneyðugt bureaukratiskt fyribrigdi.
Tað er heldur ikki í samsvari við ynskið hjá samgonguni um størri armslongd á mentanarøkinum, sigur Almanna- og mentamálaráðið.
Harumframt hendir tað ógvuliga sjáldan, at tey, sum vísa filmar alment av sínum eintingum, søkja Almanna- og mentamálaráðið um loyvi.
Almanna- og mentamálaráðið má harafturímóti venda sær til fyriskipararnar, so hvørt tað frættir um ætlanir at hava almennar filmssýningar.
Lógin verður tí umsitin nakað tilvildarliga.
Filmseftirlit og miðlaráð tikin av
Lógin um filmseftirlit fór úr gildi í 2007, tá lógin um miðlaráðið at verja børn og ung kom.
Tann lógin er galdandi enn. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur hana.
Miðlaráðið var niðurlagt í 2011. Einki virksemi hevur verið síðani, sigur Almanna- og mentamálaráðið.
Í løtuni eru tveir virknir biografar í Føroyum, Havnar bio og Atlantis bio.
Biografloyvi eru galdandi í fimm ár.
Ummæli frá kommunu og løgreglu skulu vera við, tá søkt verður um at fáa loyvið endurnýggjað.