Finnland fær Nato-limaskap í morgin

Finnland fær Nato-limaskap í morgin
Finski forsetin er í Brússel, finska flaggið fyri fyrstu ferð fer at veittra uttan fyri Nato-høvuðsborgina
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, hevur boðað frá, at Finnland verður limað inn í Nato í morgin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2023 - 13:13

Finnland verður alment limað inn í Nato í morgin.

Tað kunngjørdi Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á tíðindafundi um middagsleitið.

NRK skrivar, at Sauli Niinistö, forseti, við fylgi eru gestir í Brússel, har finska flaggið fyri fyrstu ferð fer at veittra uttan fyri Nato-høvuðsborgina.

Upprunaliga var ætlanin, at Finnland og Svøríki skuldu limast inn í Nato í senn, men Turkaland hevur framvegis ikki góðkent svenskan limaskap. 

Partarnir hava kortini framvegis diplomatiskt samband.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109