- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varaborgarstjórin møtir nú aftur á fundi hjá býráðsmeirilutanum

Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, verður nú aftur at síggja á fundunum hjá býráðsmeirilutanum í Klaksvík.
Tað er greitt eftir at hann hevur verið á fundi við Norðoya Fólkafloksfelag.
Atli S. Justinussen var ónøgdur við, at sitandi borgarstjórin, Karl Johansen, sambært honum hevði brotið eina munnliga avtalu um, at varaborgarstjórin verður virkandi borgarstjóri, tá sitandi borgarstjórin er uttanlands.
Tað var Karl Johansen í desember, men kortini læt hann ikki borgarstjórasessin frá sær, meðan hann var burturstaddur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Býráðsmeirilutin í Klaksvíkar kommunu hevur fund tvær ferðir um mánaðin.
Næsti fundur hjá meirilutanum verður hósdagin 13. apríl.
[