
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: Danmarksdemokratarnir størri enn Vinstri

Í nýggjastu kanningini hjá Voxmeter er flokkurin hjá Inger Støjberg, Danmarksdemokratarnir, størri enn Vinstriflokkurin.
Sambært kanningini hevði Vinstriflokkurin fingið 8,8 prosent av atkvøðunum, um val var í dag.
So lítla undirtøku hevur Voxmeter ongantíð mátað fyri Vinstraflokkin.
Danmarksdemokratarnir hjá Inger Støjberg eru nú størri enn Vinstriflokkurin, vísir kannigin hjá Voxmeter. (Mynd: Ritzau Scanpix)
16 tingsessir
8,8 prosent geva 16 sessir í fólkatinginum, og tað eru sjey færri, enn Vinstriflokkurin fekk á valinum 1. november. Tá fekk hann 13,3 prosent av atkvøðunum.
Hetta er eisini fyrstu ferð í eini Voxmeterkanning, at Danmarksdemokratarnir við fyrrverandi Vinstrakvinnuni, Inger Støjberg, á odda, eru størri enn Vinstri.
Danmarksdemokratarnir fáa 9,4 prosent í kanningini.
Kanningin er gjørd í eini tíð, sum longu er trupul hjá Vinstra.
Formaðurin er sjúkrameldaður í óásetta tíð við strongd., og verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, og næstforkvinnan í flokkinum, Stephanie Lose, mynda í løtuni leiðsluna í flokkinum.
Einasti flokkur í donsku stjórnini, sum ikki hevur stóra afturgongd í veljarakanningini, er Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Javnaðarflokkurin eisini afturgongd
Eisini Javnaðarflokkurin hevur lítla undirtøku í Voxmeter-kanningini.
Á valinum 1. november fekk flokkurin 27,5 prosent av atkvøðunum, sum var besta valúrslit í 20 ár. Men í nýggjastu kanningini fær flokkurin 22,8 prosent av atkvøðunum. Tað eru 4,7 prosentstig minni enn á valinum.
Triði flokkurin í SVM-stjórnini, Moderatarnir, liggur lutfalsliga í fastari legu.
Í kanningini er undirtøkan 8,7 prosent, heldur minni enn á valinum 1. november. Tá fekk flokkurin 9,3 prosent.
Kanningin er gjørd frá 27. mars til 2. apríl, og 1044 fólk vóru spurd í kanningini, skrivar Ritzau.