Kanna møguleikarnar fyri nýggjum reinsiverki

Kanna møguleikarnar fyri nýggjum reinsiverki
Verður farið verður víðari við verkætlanini, skal útboð gerast, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum
Landssjúkrahúsið og Landsverk kanna, hvørjar loysnir eru í sambandi við nýtt reinsiverk á Landssjúkrahúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.04.2023 - 08:27

Nýggja reinsiverkið hjá Landssjúkrahúsinum er ikki klárt at bjóða út enn.

Landssjúkrahúsið og Landsverk kanna, hvørjar loysnir eru.

Tey hava spurt bæði føroyskar og útlendskar ráðgevarar. 

Landssjúkrahúsið og Landsverk hava longu brúkt føroyskan ráðgeva í sambandi við fyrireikingarnar. Harumframt hevur ein føroyskur ráðgevi boðið seg fram.

 

Margit svarar Anniku

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um reinsiverkið og føroyskar veitarar.

Margit Stórá sigur, at um farið verður víðari við verkætlanini, skal útboð gerast.

Ráðgevar kunnu tá bjóða.

Meðan útboðið verður fyrireikað, er ikki møguligt hjá ráðgevum at bjóða uppá prosjekteringina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301