Spyr hví øll ikki fáa sama tilboð

Spyr hví øll ikki fáa sama tilboð
Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita, hví øll børn við Downs syndromi ikki fáa sama tilboð um málmenning.
Mynd: Colourbox  
 
02.04.2023 - 18:19

Løgtingsmaðurin heldur, at ógreiða er í sambandi við málmenningartilboðini frá Sernámi til børn við Downs syndromi, og tí hevur hann sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, fyrispurning um tað.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hann á, at foreldur at børnum við Downs syndromi siga tað vera stóran mun á, hvør hjálp og hvør stuðul stendur teimum í boði frá Sernámi. 

Samsvarar ikki
Tað samsvarar ikki við útsagnir frá leiðaranum á Sernámi og heldur ikki við tað, landsstýrismaðurin hevur sagt í samrøðu við Kringvarpið.

Har segði Djóni Nolsøe Joensen, at øll foreldur hava fingið tilboð og hjálp, og at hann hevur fult álit á stovninum.

Bárður á Lakjuni heldur tað vera týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørja hjálp øll hava fingið, og hvør hjálp um málmenning stendur foreldrum at børnum við Downs syndromi í boði frá Sernámi.

Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður, hevur til 12. apríl at svara fyrispurninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301