- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framskrivaða úrslitið 153 milliónir í halli

Verða eingi tiltøk sett i verk, fer fíggjarlógin næsta ár at hava 153 milliónir krónur í halli.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskot um játtanarkarmar fyri løgtingið.
Fíggjarmálaráðið sigur, at neyðugt verður við tiltøkum fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og tálma útreiðsluvøkstrinum.
Útreiðslukarmurin næsta ár verður sjey milliardir og 275 milliíónir kr. Av hesum fara seks milliardir og 579 milliónir kr. til rakstur og 696 milliónir til íløgur.
Inntøkukarmurin verður sjey mlliardir og 121 milliónir kr.
Sostatt verður framskrivaða úrslitið 153 milliónir kr. í halli í 2024.
Tað eru serliga útreiðslurnar í almanna- og heilsugeiranum , sum fara at vaksa komandi árini. Tað kemst serliga av broyttu fólkasamansetingini, av tí at talið á eldri borgarum veksur skjótari enn talið á fólki í arbeiðsførum aldri.
Átøk fyri 214 milliónir
Fíggjarmálaráðið sigur soleiðis í tíðindaskrivi um játtanarkarmarnar:
Fyri at venda framskrivaða hallið til avlop er neyðugt at fremja átøk, sum tálma útreiðslunum og økja um inntøkurnar næstu árini. Avlopini kunnu bæði brúkast til at minka um landskassaskuldina og til at standa ímóti við til búskaparliga verri tíðir.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um hægri veiðigjald og tøkugjald, sum skulu betra um haldførið hjá landskassanum. Øktu gjøldini eru kortini ikki nóg mikið til at møta avbjóðingunum hjá landskassanum frameftir. Neyðugt verður við øðrum átøkum.
Landsstýrið ætlar at fremja átøk, sum skulu útvega tilsamans 214 mió. krónur í 2024. Ætlaðu átøkini hava við sær, at avlopið í 2024 verður 60 mió. krónur.
Landsstýrið fer eisini at hyggja nærri at almenna geiranum við tí fyri eyga at fremja tillagingar, ið kunnu betra um almenna raksturin frameftir. Eisini fer landsstýrið gera uppskot til styrkt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera við til at tryggja haldførið og vælferðina í framtíðini.
Tillaga skattastigan
Ætlanin er at broyta skattastigan, so at fleiri fara rinda minni í skatti og kann eggja fólki at arbeiða meira.
Hóast prísvøkstur og inntøkuvøkstur hevur skattastigin verið óbroyttur seinastu átta árini. Tað hevur havt við sær, at ein stór fjøld av vanligum løntakarum rindar nógvan marginalskatt.
Til dømis rindar ein vanligur sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiðir niðursetta tíð, yvir helvtina av inntøkuni í skatti fyri hvørja eyka vakt. Tað skal broytast, soleiðis at størri áhugi er at arbeiða meira, sigur Fíggjarmálaráðið.