USA heitir á landsmenn um at fara úr Russlandi

USA heitir á landsmenn um at fara úr Russlandi
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur, at hann fordømir áhaldandi royndirnar hjá Russlandi at ræða og revsa journalistar
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.03.2023 - 08:27

Amerikanskir ríkisborgarar, sum búgva ella ferðast til Russlands, eiga at fara úr landinum alt fyri eitt. 

Tað boðaðu Hvítu húsini frá í gjárkvøldið. 

Somu boð komu eisini, tá ið kríggið í Ukraina brast á.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur, at hann fordømir áhaldandi royndirnar hjá Russlandi at ræða og revsa journalistar.

 

Journalisturin, Evan Gershkovich, er handtikin í Russlandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stúrin

Í fráboðan sigur Blinken, at hann er sera stúrin, nú amerikanski journalisturin Evan Gershkovich í gjár varð handtikin í Russlandi. 

Russar hava 31 ára gamla Gershkovich undir illgruna fyri at hava njósnast fyri amerikanskar myndugleikar.

Gershkovich vísir skuldsetingunum aftur.

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, sigst eisini at hava verið í sambandi við familjuna hjá Gershkovich og beinleiðis við Russland, skrivar Reuters.

 

Sera loyniligt

Russiska uttanríkisráðið segði í gjárkvøldið, at USA "skjótt" fær atgongd til Gershkovich.

Russiskir myndugleikar siga, at málið er eyðmerkt sum sera loyniligt

Sakførarin hjá Gershkovich hevur ikki fingið atgongd til rættarhølini, og hann er heldur ikki sloppin at lesa skuldsetingarnar móti journalistinum, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109