- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyartunnilin: Landsverk vil sleppa at leiða fyrireikingarnar

Landsverk tekur ikki undir við tilgongdini, nú Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður.
Landsverk eigur at leiða fyrireikingarnar, tí stovnurin hevur royndirnar.
Tað sigur Landsverk í hoyringarskrivi um uppskotið hjá løgmanni um, at Landsverk skal geva partafelagnum Suðuroyartunlinum alt tilfar, sum stovnurin hevur um tunnilin, fyri einki.
Neyðugt við forkanningum
Uppskotið skal viðgerast í løgtinginum í dag.
Landsverk sigur, at neyðugar forkanningar mugu gerast, áðrenn fíggingarleistur verður gjørdur.
Og tað almenna má seta karmarnar um verkætlanina.
Landsverk vísir á, at alment innlit er ikki í partafeløg. Tí ber ikki til at tryggja gjøgnumskygni, sigur stovnurin.