Avgreiða fíggjarlógina í dag

Avgreiða fíggjarlógina í dag
Vanliga plaga nógv broytingaruppskot at koma millum aðru og triðju viðgerð, men tað verður neyvan í dag
Triðja viðgerð av fíggjarlógini verður í tinginum í dag.
 
30.03.2023 - 08:21

Fíggjarlógin fyri 2023 verður endaliga samtykt í dag.

Triðja viðgerð er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin í dag.

Vanliga plaga nógv broytingaruppskot at koma millum aðru og triðju viðgerð, men tað verður neyvan í dag.

Tí andstøðan tekur eisini undir við uppskotinum um fíggjarlóg, sum fekk 30 atkvøður eftir aðru viðgerð. Eingin atkvøða var ímóti og eingin var blonk.

 

Hvítvask

10 onnur mál eru á skránni hjá tinginum í dag.

Millum annað uppskotini hjá landsstýrinum um at styrkja regluverkið um at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Her er talan um bæði yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki

Avtala er gjørd við danska vinnumálaráðharran um, at reglurnar um politiskt ábær fólk vera endurskoðarar saman við umboðum fyri avvarðandi føroyskar myndugleikar, so tær hóska til føroyska samfelagið

Tingfundurin í dag byrja klokkan 11.00.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301