- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grein 25-nevndin fer nú at skipa seg
Grein 25-nevndin fer nú at skipa seg
Nevndin skal viðgera uppskotini hjá formansskapinum í løgtinginum um at javnseta almenn starvsheiti

Grein 25-nevndin skal viðgera bæði uppskotini at broyta stýrisskipanarlógina og tingskipanina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
29.03.2023 - 09:03
Grein 25-nevndin skipar seg fríggjadagin.
Nevndin skal viðgera uppskotini hjá formansskapinum í løgtinginum um at javnseta almenn starvsheiti, so sum at ein løgtingslimur eisini kann eita løgtingskvinna ella løgtingsmaður, og er ein kvinna løgmaður, kann hon eita løgkvinna
Síðani fer nevndin at viðgera bæði uppskotini, uppskot um at broyta stýrisskipanarlógina og uppskot um at broyta tingskipanina.
Í grein 25-nevndini eru Kristianna Winther Poulsen fyri Javnaðarflokkin, Johan Dahl fyri Sambandsflokkin, Bjørt Samuelsen fyri Tjóðveldi, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Karlot Hergeirson fyri Framsókn og Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV