- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin: Skipanin um byggimál má eftirmetast

Fíggjarnevndin vil hava landsstýrið at eftirmeta skipanina um byggimál hjá landinum.
Endamálið skal vera at finna ein leist fyri byggiverkætlanir, sum bæði tryggjar búskaparliga skynsemið og neyvleikan í upphæddum og innihaldi, sum vera løgd fyri løgtingið at taka støðu til.
Tað sigur nevndin í álitinum um triðja byggistig av útbyggingini av miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur biðið um 23 mió. kr. aftrat til byggingina.
Fer at kosta 94 milliónir
Í fjør var løgtingið biðið um 71 mió. kr. Tað merkir, at byggingin nú komin upp í 94 milliónir krónur.
Fíggjarnevndin ásannar, at avbjóðingin kann vera stór at gera neyvar kostnaðarmetingar, áðrenn ein verkætlan er boðin út.
Hendan verkætlanin er einki undantak í røðini við byggimálum landsins, har metingarnar hjá Landsverki hava verið ov lágar fyri útboð.
Løgtingið verður tí eftir útboð biðið um at hækka loyvdu byggiútreiðslurnar í verklagslógini, sigur Fíggjarnevndin, sum annars einmælt mælir til at játta 23 mió. kr. aftrat til útbyggingina á Kambsdali.