- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tøkugjaldið fer at geva 66 milliónir meira í ár
Tøkugjaldið fer at geva 66 milliónir meira í ár
Nýggja gjaldið kemur í gildi 1. august

Uppskotið um at hækka tøkugjaldið í alivinnuni er komið í tingið.
29.03.2023 - 08:30
Inntøkan hjá landskassanum verður tann sama sambært uppskotinum um tøkugjald frá alivinnuni, sum kom í løgtingið í gjár.
Inntøkan er eisini tann sama sum í uppskotinum, sum var til hoyringar.
Eftir nýggju skipanini fær landið slakar 490 mió.kr. í tøkugjaldi í ár, slakar 213 mió.kr. meira enn í galdandi lóg.
Men nýggja gjaldið skal ikki koma fyrr enn 1.august, so meirinntøkan í ár verður slakar 89 mió. kr.
Men nettoinntøkan verður tó stívar 66 mió. kr., tí partafelagsskatturin og vinningsbýtisskatturin minka.
Fyrsta viðgerð verður fríggjadagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV