- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dennis Holm: Skipanin við rullandi loyvum skal broytast

Stendur tað landsstýrismannin í fiskivinnumálum, skal skipanin við rullandi loyvum í fiskivinnuni broytast, so hon verður tann sama sum í alivinnuni, ið hevur fast áramál.
Tá tingið í dag viðgjørdi uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at leingja gildistíðina eitt ár, so skipanin við rullandi loyvum verður tryggjað, segði Dennis Holm, landsstýrismaður, at skipanin í alivinnuni riggar væl.
Hóast hon hevur fast áramál, hevur alivinnan megnað at gera stórar íløgur, segði hann.
Undir orðaskiftinum heittu tingfólk í samgonguni á landsstýrismannin um eisini at taka andstøðuna við, tá málið um gildistíðina verður fyrireikað í Fiskimálaráðnum, og tað játtaði Dennis Holm.
Sí brot úr røðuni, sum Dennis Holm helt í tinginum: