- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samdir um at Føroyar yvirtaka vitaverk og sjóuppmerking

Høgni Hoydal, landsstýrsmaður í uttanríkis- og vinnumálum, og danski vinnumálaráðharrin, Morten Bødskov, eru samdir um, hvussu málsøkini vitaverkið, sjóuppmerking og sjórættur verða yvirtikin á føroyskar hendur.
Lógaruppskot um at yvirtaka vitaverkið og sjóuppmerking er farið í løgtingið, og samstarvsavtalur millum føroyskar og danskar myndugleikar.
Tað sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi, eftir at Morten Bødskov hevur verið á vitjan í Føroyum.
Hvítting
Høgni Hoydal og Morten Bødskov hava avtalað, at reglurnar fyri og listarnir við sonevndum “politiskum ábærum persónum” í sambandi við lógirnar um hvítting, verða endurskoðað saman við føroyskum myndugleikum, so tær hóska til føroyska samfelagið.
Og teir eru eisini samdir um, at í sambandi við reglur og heimildir viðvíkjandi avmarkandi tiltøkum mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi á fíggjarøkinum, sum ikki er yvirtikið, verður samráðing við landsstýrið í hvørjum einstøkum føri, áðrenn nakað verður sett í verk.
Landsstýrið fer síðani at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, ella fer í Løgtingið við málunum, um ivamál eru um heimildirnar, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.