
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar skulu verða besta stað hjá børnum og ungum
Føroyar skulu verða besta stað hjá børnum og ungum
Landsstýrið og Kommunufelagið hava skrivað undir semjuskjal, har málið er at seta barnið í fremstu røð

Tá ið umboð fyri landsstýrið og Kommunufelagið skrivaðu undir semjuskjalið fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.03.2023 - 14:05
Føroyar skulu verða besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
Tað ætla landsstýrið og Kommunufelagið, sum fyrraparttin skrivaðu undir semjuskjal, har málið er at seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsum pørtum, og at hesar verða sameindar og samskipaðar.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur leiðsluna av verkætlanini, har Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
28032023_Djoni_og_Tobbi
Myndir : Bjarni Árting Rubeksen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV