- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava málið um hospice aftur á breddan
Vil hava málið um hospice aftur á breddan
Johan Dahl, løgtingsmaður, heldur, at landið og kommunurnar eiga skipa eitt slíkt tilboð

Johan Dahl, løgtingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.03.2023 - 13:14
Málið um at fáa gjørt hospice í Føroyum, har deyðiliga sjúk fólk kunnu liggja seinastu tíðina, hevur javnan verið frammi seinnu árini.
Eitt nú fekk landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, í 2019 eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki við Bjarna á Steig, yvirlækna, á odda, um at gera eitt hospice á Dronning Alexandrines hospital oman á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Nú tekur partamaðurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, Johan Dahl, málið uppaftur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
28032023_Johan_Dahl_og_hospice
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV