- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu leggja ov stórar lánsbyrðar á landið

Fíggjarmálaráðið ávarar um, at Húsalánsgrunnurin kann leggja ov stórar lánsbyrðar á landið í komandi árum.
Tað ger ráðið í hoyringarskrivi um uppskotið hjá Umhvørvismálaráðnum um at strika kravið hjá Bústøðum um, at teir skulu hava aðrar íleggjarar til bústaðabygging.
Fíggjarmálaráðið heldur tó, at tað er skilagott, at tað ikki skal vera eitt krav, men heldur ein møguleiki at fíggja byggiverkætlanir saman við øðrum.
Men ráðið sigur, at Húsalánsgrunnurin hevur ein avkastmyndil, sum krevur lægri vinning og yvir longri tíð enn hjá flestu privatu íleggjarum.
Alt fíggjast við láni
Tað ger, at Húsalánsgrunnurin í lítlan mun fær avkast av gjørdum íløgum til at gera nýggjar íløgur.
Roknast má tí við, at mest sum allar verkætlanir hjá Húsalánsgrunninum skulu fíggjast við meira láni so hvørt.
Tað krevur so lógarbroyting, um farast skal upp um lógarásetta lánsloftið hjá Húsalánsgrunninum, vísir Fíggjarmálaráðið á.
Fíggjarmálaráðið mælir tí til at meta um avkast- og fíggingarmyndilin hjá Húsalánsgrunninum, um hann er haldførur og ikki leggur ov stórar lánsbyrðar á landið í komandi árum.