Ungarn góðkennir finskan Nato-limaskap

Ungarn góðkennir finskan Nato-limaskap
Eftir at finski forsetin var á vitjan í Turkalandi herfyri, kom gongd á finsku umbønina um limaskap
Ungarska tjóðartingið hevur samtykt, at Finnland kann fáa limaskap í Nato.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.03.2023 - 10:08

Ungarska tjóðartingið hevur samtykt umsóknina hjá Finnlandi um at gerast limur í Nato.

Avgerðin var væntað.

Stjórnarflokkurin Fidesz boðaði fyri nøkrum døgum síðani frá, at hann fór at taka undir við finsku umsóknini, og tað gjørdi so eisini tjóðartingið, skrivar NTB.

Bæði Turkaland og Ungarn hava verið ivingarsom um Nato-limaskapin hjá bæði Finnlandi og Svøríki, men eftir at finski forsetin, Sauli Niinistö, vitjaði Turkaland fyri tveimum vikum síðani, kom gongd á finsku umbønina. 

Eftir vitjanina í Turkalandi, boðaði forsetin, Recep Tayyip Erdogan, frá, at hann var fyri finskum limaskapi. Hetta fekk síðani ungarska stjórnarflokkin at taka somu støðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109