111 umsóknir um stráfóðurstuðul í fjør

111 umsóknir um stráfóðurstuðul í fjør
Stuðulin til stráfóður er hækkaður slaka millión, upp í seks milliónir krónur
Búnaðarstovan arbeiðir við at gera eina loysn, so stuðulin kann vigast eftir dygdini á stráfóðrinum, stendur í svarinum frá Høgna Hoydal, landsstýrinum.
 
28.03.2023 - 08:55

Í fjør søktu 111 um stráfóðurstuðul frá landinum.

Tey fingu slakar 260 kr. fyri rúmmeturin.

Hetta sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur svarað Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, ið spurdi um stráfóður.

Stráfóður er tað sama, sum fyrr var kallað hoyggj.

Stuðulin til stráfóður er hækkaður slaka millión, upp í seks milliónir krónur.   

 

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, hevur fingið svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um stráfóður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Umsøkjarar kannaðir

Í fjør vóru at kalla allir umsøkjarar kannaðir, og stívliga 100 fóðursýni vóru tikin, upplýsir landsstýrismaðurin. 

Hann sigur eisini, at Búnaðarstovan arbeiðir við at gera eina loysn, so stuðulin kann vigast eftir dygdini á stráfóðrinum. 

Búnaðarstovan hevur, eins og ávísir bøndur, víst á, at tað helst er skilagott at broyta skipanina við stráfóðurstuðli soleiðis, at til ber at framleiða stráfóður at selja uttan at hava djór. 

Hetta hevði helst eggjað til, at størri partur av bønum var brúktur til at fáa meira av føroyskum stráfóðri.

Tá verður komið nærri málinum um, at stráfóður fyri tað mesta skal vera føroyskt, sigur Høgni Hoydal í svari sínum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301