Bústaðir og rullandi veiðiloyvi í tinginum í dag

Bústaðir og rullandi veiðiloyvi í tinginum í dag
Landsstýrið mælir til at strika kravið um, at Bústaðir skulu hava aðrar íleggjarar. Fólkaflokkurin skjýtur upp, at veiðiloyvini framvegis vera rullandi í 12 ár
Landsstýrið mælir til at strika kravið, um Bústaðir skulu hava aðrar íleggjarar. (Savnsmynd)
 
28.03.2023 - 08:54

Kravið um, at Bústaðir skulu hava aðrar íleggjarar til bústaðabygging, er á skránni hjá løgtinginum í dag.

Landsstýrið mælir til at strika hetta kravið.

Vinnan er hart ímóti, at kravið verður strikað, sæst í hoyringarskrivum.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um, at veiðiloyvini framvegis vera rullandi í 12 ár, skal eisini viðgerast í dag. 

Tað er, at galdandi lóg um sjófeingi, sum sigur 1. januar 2034, verður broytt til 1.januar 2035.

Uppskotið, sum skal tryggja, at Føroyar seta revsitiltøk í verk móti Russlandi og Hvítarusslandi fyri málsøki, sum ikki eru yvirtikin, er á dagsskránni í dag.

Tá talan er um revsitiltøk í sambandi við málsøki, sum Føroyar ikki hava yvirtikið, kunnu Føroyar ikki seta revsitiltøk í verk.

Talan er um ES-revsitiltøk, tí Danmark er í ES.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11.00. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301