- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin einmælt samtykt
Fíggjarlógin einmælt samtykt
Endaliga viðgerðin verður mikudagin

Løgtingið samtykti einmælt fíggjarlógaruppskotið við teimum broytingum, sum ein samd fíggjarnevnd mælti til.
27.03.2023 - 14:44
Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt fíggjarlógina fyri 2023.
Øll 30 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri.
Fíggjarnevndin var samd um álitið, og hevði bert eitt broytingaruppskot. Tað var eisini samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Fíggjarnevndin hevur hækkað avlopið á fíggjarlógini úr 142 milliónum krónum upp í 144 milliónir.
Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð aftrat, og hon verður mikudagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV