Ringasti ófriður í ísraelsku søguni

Ringasti ófriður í ísraelsku søguni
Løgreglan sigur, at í gjár vóru 150 mótmæli ymsastaðni í landinum, og mótmælini halda fram í dag
150 mótmælisgongur vóru ymsastaðni í Ísrael í gjár, og ófriðurin heldur fram í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.03.2023 - 13:57

Í gjárkvøldið koyrdi ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sín atfinningarsama verjumálaráðharra frá, tí hann ikki vildi taka undir við eini nýskipan av rættarskipanini, sum millum annað minkar  valdið hjá Hægstarætti.

- Hetta er ein greiður og ítøkiligur vandi fyri ríkistrygdina, og tað vil eg ikki eiga lut í, segði Yoav Gallant, verjumálaráðharri.

 

Stór mannamúgva í Tel Aviv mótmælir ætlanini hjá Netanyahu, forsætisráðharra, um at skerja valdið hjá hægstarætti í Ísrael. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

At Gallant er koyrdur frá, hevur ikki minkað um atfinningarnar móti Netanyahu. Tvørturímóti gjørdust mómælini í Ísrael enn harðari í gjár. 

 

Áki Johansen er føroyskur sendimaður í Ísrael.

 

Løgreglan sigur, at tað vóru 150 mótmæli ymsastaðni í landinum, eisini uttan fyri bústaðnum hjá Netanyahu. Og mótmælini halda fram í dag.

Føroyski sendimaðurin í Ísrael, Áki Johansen, sigur, at hetta er ringasti ófriðurin í ísraelsku søguni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27032023_Aki_Johansen

 

 

Í morgun hevur forsetin í Ísrael, Isaac Herzog, mælt stjórnini til beinanvegin at sleppa ætlaðu rættarnýskipanini, sum eftir ætlan skal atkvøðast um í ísraelska tinginum í hesi vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342