Atkvøða um fíggjarlógina í dag

Atkvøða um fíggjarlógina í dag
Triðja viðgerð verður seinni í vikuni
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini, sum er samd um álitið um fíggjarlógaruppskotið frá landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.03.2023 - 08:21

Løgtingið fer í dag at viðgera álitið hjá eini samdari fíggjarnevnd um uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.

Eftir viðgerðina verður atkvøtt um uppskotið og broytingaruppskotini. 

Triðja viðgerð verður seinni í vikuni.

Onnur viðgerð verður ikki so drúgv, væntar formansskapurin, tí ein fyrsta viðgerð er eisini á dagsskránni fyri tingfundin í dag.

Tað er uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um at geva fólkakirkjuni loyvi til at hava fleiri enn ein próst.

Biskupur hevur biðið landsstýrið broyta lógina um fólkakirkjuna, so til ber at býta embætisuppgávurnar millum próstar, tí ov stór arbeiðsbyrða liggur á dómprósti, sum er einasti próstur nú.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301