- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meirjáttanin úr Landskassanum kemur væl við

- Vit hava ikki gjørt nakað serligt fyri at fáa hesar sjey milliónirnar afturat. Vit vóru boðin á fund í Havn at leggja fram fyri fíggjarnevndina, og tað hevur eftir øllum at døma verið ein góð framløga, sigur Jóhanna Christiansen, ið er forkvinna í stýrinum fyri Varpið.
Meirjáttanin hevur við sær, at sjálvognarfelagið Varpið skal taka eitt munandi minni lán, fyri at fáa tað heila at hanga saman. Varpið verður tikið í nýtslu í summar. Bygningurin verður væntandi yvirtikin um ein mánaða, og so skal hann innrættast, sigur stýrisforkvinnan. Tá alt er liðugt, fer mentanarhúsið Varpið í Klaksvík at kosta á leið 66 milliónir krónur.
Hoyrið samrøðu við Jóhonnu Christiansen her niðanfyri