Russland gjørt avtalu við Hvítarussland um kjarnorkuvápn

Russland gjørt avtalu við Hvítarussland um kjarnorkuvápn
Russland hevur gjørt avtalu við Hvítarussland, um at seta taktisk kjarnorkuvápn upp í landinum.
Mynd: Mynd: Scanpix  
 
26.03.2023 - 12:42

- Tað var væntað, at Russland fór at seta kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi, men tað fer heilt víst at koma óvart á, um Putin velur at brúka tey. Tað sigur Joakim Paasikivi, oberstloytnantur, við svenska miðilin SVT.

Hendan avtalan er sambært forsetanum í Russlandi ikki í stríð við avvápnaravtalurnar sum galda í løtuni. Putin vísir á, at USA eisini hevur kjarnorkuvápn í ymsum londum hjá sínum sameindu í Evropa.

Kjarnorkuvápnini verða eftir ætlan sett upp í Hvítarusslandi áðrenn 1. juli í ár, og verða stýrd av Russlandi, hóast tey standa í grannalandinum.

Russland hevur í frammanundan 10 stríðsflogfør í Hvítarusslandi, sum eru útgjørd til at bera taktiskt kjarnorkuvápn.

Lektari á danska verjuakademiinum, Peter Viggo Jakobsen, heldur tó ikki, at tað er orsøk til at óttast støðuna ov nógv.

- Hetta er liður í eini gongd, sum hevur verið at sæð í langa tíð, sigur hann. Peter Viggo Jakobsen vísir á, at Russland hevur havt Iskander-missil, sum kunnu bera kjarnorku-spreingiløðingar, síðani desember mánaða, og at Russland hevur møguleika at raka Ukraina við taktiskum kjarnorkuvápnum heilt úr Russlandi, um man hevði viljað tað, sigur hann við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109