Ísland: Kvinna doyði við Glymur

Ísland: Kvinna doyði við Glymur
Ein vanlukka fyrr í vikuni, sum kostaði eini kvinnu í tjúgunum lívið, hevur skundað undir at tryggja umstøðurnar kring næsthægsta foss í Íslandi, Glymur.
Mynd: ICE-SAR Landsbjörg  
 
25.03.2023 - 12:01

Ferðavinnustovan á Vesturlandinum og kommunan á Hvalfjørðinum í Íslandi samstarva nú um at tryggja umstøðurnar kring Glymur-fossin, har ein vanlukka fyrr í vikuni kostaði eini kvinnu í tjúgunum lívið.

Longu frammanundan eru tekn og skelti sett upp í økinum, so fólk fáa kunning um, hvat tey kunnu gera og ikki, tá ið tey ætla sær nær Glymi, sum við sínum 198 metrum er næsthægsti fossur í Íslandi.

- Kommunan roynir at betra um kunningina, men hetta er eitt vælumtók stað hjá ferðafólkum, so vit mugu gera enn meira fyri at tryggja umstøðurnar.

Tað sigur Margrét Bjarkar Björnsdóttir, stjóri í felagnum fyri lokalar myndugleikar á Vesturlandinum, við Morgunblaðið.

Fyrsta deyðsvanlukkan
Umráðið kring Glymur er privatogn, men eigarin hevur ongantíð havt vinnulig áhugamál í tí ferðavinnu, sum fossurin elvir til.

Av tí at hetta tí er at rokna sum eitt “ongamanna land”, har ferðafólk ráða sær sjálvum, finst heldur einki lógarverk, ið ger tað møguligt at stongja fyri atgongd til fossin og umráðið kring hann.

Ynski hevur fleiri ferðir verið frammi um, at ferðafólk ikki skulu hava atgongd til Glymur, tí tað verri enn so er vandaleyst at ferðast um hesar leiðir.

Fleiri ferðir hava fólk fingið skaða og fleiri beinbrot hava verið, men ikki fyrr enn mikudagin í hesi vikuni hevur talan verið um so álvarsliga vanlukku, at hon kravdi mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109