Týskland bjóðar ES-avgerð av

Týskland bjóðar ES-avgerð av
Týskland vil ikki góðtaka, samtyktina hjá ES-tinginum um, at frá 2035 at rokna verður ikki longur loyvt at selja bensin- og dieselbilar í ES.
 
25.03.2023 - 10:31

Fyrr í mánaðinum setti týska stjórnin fram krav um, at ES eisini eftir 2035 skal loyva at selja bilar, sum brúka sonevnt e-fuel.

E-fuel er eitt syntetiskt brennievni, gjørt av CO2 og hydrogen, og øll orkan kemur frá varandi orkukeldum.

Men e-fuel førir til nógv CO2-útlát og er tí ikki so grønt, sum tað ljóðar.

Hóvar ES illa
Vanligt er, at tá ES-nevndin og ES-tingið eru vorðin samd um nakað, verður málið roknað sum liðugt og verður ikki tikið upp aftur.

Tí er tað ikki fallið í góða jørð í ES, at Týskland nú kortini roynir at broyta samtyktina, tí tað kann føra til, at onnur lond eisini fara at seta nýggj krøv.

ES hevur sum mál at vera CO2-neutralt í 2050, men í fjør vóru bert 12,1 prosent av øllum seldum bilum í ES elbilar, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109