Ósemja um tøkugjaldið og veiðigjaldið

Ósemja um tøkugjaldið og veiðigjaldið
Samskifti er framvegis millum landsstýrið og Kommunufelagið um fíggjarviðurskiftini millum landið og kommunurnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2023 - 17:46

Sum skilst er ikki heilt semja um tøkugjaldið og veiðigjaldið, og so verður eisini umrøtt, hvussu eldraøkið í framtíðini skal skipast.

Fundur var í gjár millum Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum. Tá segði Ruth Vang, at ein loysn nærkaðist, og at hon fór møguliga at vera klár í dag. Men nú skilst, at neyðugt er við framhaldandi samskifti um hesi viðurskifti í næstu viku.

Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til samrøðu í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301