- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danska fíggjarlógin: Blokkurin minkar 25 milliónir í ár

Í uppskotinum um donsku fíggjarlógina, sum var løgd fyri Fólkatingið í vikuni, sæst, at blokkstuðulin til Føroya er minkaður, so sum landsstýrið ætlar í sínum uppskoti um fíggjarlóg.
Í tekstinum í danska fíggjarlógaruppskotinum sæst, at danska stjórnin og føroyska landsstýrið eru samd um at lækka blokkstuðulin 25 milliónir kr. árliga frá í ár at rokna.
Tann 15. november 2019 samdust danska stjórnin og táverandi føroyska landsstýrið um, at blokkurin skuldi vera 641,8 milliónum krónur í 2020.
Eisini var avrátt, at blokkstuðulin frá 2021 og frameftir skuldi avtalast árliga í sambandi við fíggjarlógararbeiðið í báðum londum, til annað var avtalað.
Nú er so henda avtala broytt, og næstu árini skal blokkurin minka 25 milliónir krónur árliga.
Tær 100 milliónirnar, sum hetta gevur næstu fýra árini, eru longu roknaðar inn í donsku fíggjarlógirnar til 2026, verða tær samtyktar við hesum orðaljóði væl at merkja.