
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen Niclasen: Sel Gamla apotek

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er ikki samdur við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, um at løgtingið framvegis skal eiga 'Gamla apotek' í miðbýnum í Havn.
Hann mælir til at selja Gamla apotek
Bjørt Samuelsen segði í tíðindasendingini í gjárkvøldið, at nýggi formansskapurin í løgtinginum heldur, at tað er skilagott at eiga bygningin, sum eitt nú kann hýsa politiskum ungmannafeløgum og møguliga einum løgtingssavni.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, heldur lítið um ætlanina, at løgtingið framvegis skal eiga Gamla apotek. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Jørgen Niclasen heldur, at politisku flokkarnir fáa nóg bógv pláss, tá flutt verður í bygningin hjá Havnar Arbeiðarafelag við Tinghúsvegin.
Hoyr innslag í útvarpostíðindunum:
Ætlanin er, at flokkarnir skulu flyta úr Gamla apoteki í bygningin hjá Havnar Arbeiðarafelag á ólavsøku.