- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grein 25-nevndin mannað
Grein 25-nevndin mannað
Allir flokkar eru umboðaðir í nevndini, sum skal viðgera uppskotið hjá formansskapinum at javnseta almenn starvsheiti

Allir flokkar hava umboð í serligu grein 25-nevndini
24.03.2023 - 12:53
Løgtingið hevur valt umboð í serligu grein 25-nevndina, sum skal viðgera uppskotið hjá formansskapinum um at javnseta almenn starvsheiti, t.d. at ein løgtingslimur eisini kann eita løgtingskvinna ella løgtingsmaður, og løgmaður kann eita løgkvinna.
Eitt umboð úr hvørjum politiskum flokki er valt í nevndina. Tey eru:
Kristianna Winther Poulsen fyri Javnaðarflokkin, Johan Dahl fyri Sambandsflokkin, Bjørt Samuelsen fyri Tjóðveldi, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Karlot Hergeirson fyri Framsókn og Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV