Vísir aftur at dátur enda hjá kinesiskum myndugleikum

Vísir aftur at dátur enda hjá kinesiskum myndugleikum
Stjórin í TikTok var avhoyrdur í amerikonsku kongressini í gjár
Shou Zi Chew er stjóri í TikTok. Í gjár var hann avhoyrdur í amerikonsku kongressini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2023 - 09:16

Stjórin í Tiktok, Shou Zi Chew, vísir aftur, at dátur hjá amerikanskum Tiktok-brúkarum endar hjá kinesiskum myndugleikum.

Hann varð avhoyrdur í amerikonsku kongressini í gjár. 

TikTok-stjórin vísti á, at hann var føddur í Singapore, hevði lisið í Onglandi og USA, og avsannaði allar ákærur um, at kinesiska stjórnin stýrir TikTok.

- Vit marknaðarføra og strika ikki tilfar eftir umbøn frá kinesisku stjórnini, segði Shou Chew millum annað. 

 

 

Verjugarður fyri 1,5 mia. dollarar

Hann greiddi frá, at TikTok hevur nýtt hálva aðru milliard dollarar at menna ein verjugarð, sum skal syrgja fyri, at dátur frá amerikonskum brúkarum eru vardar í USA.

Tað er kinesiska fyritøkan, ByteDance, sum eigur TikTok.

Fleiri lond stúra fyri, at TikTok-appin hevur atgongd til persónligar dátur, sum kunnu misbrúkast. Harumframt er Tiktok ákært fyri at ikki verja børn og ung nógv væl móti skaðiligum tilfari. 

Í Føroyum og øllum norðurlondum hava politikarar og onnur alment sett starvsfólk fingið boð um at strika appina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109