Fleiri ES-lond vilja ikki góðtaka bann móti bensinbilum

Fleiri ES-lond vilja ikki góðtaka bann móti bensinbilum
Ósemjan um bilarnar setti sín dám á toppfundin hjá ríkisleiðarunum í ES, sum byrjaði í gjár
ES ætlar at seta forboð fyri bensin- og dieselbilum, men øll ES-lond taka ikki undir við ætlanini. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
24.03.2023 - 08:28

Týskland, Italia, Kekkia, Pólland og Bulgaria sýta fyri at góðtaka ES-bannið móti bilum, sum brúka diesel ella bensin. 

Ósemjan um bilarnar setti sín dám á toppfundin hjá ríkisleiðarunum í ES, sum byrjaði í gjár.

Uppskotið hjá ES, sum setur bann fyri at selja kolvetnisriknar bilar fyri 2035, er ikki á skránni fyri toppfundin í gjár og í dag.

Men úti í krókunum verður nógv tosað um bilósemjuna, sum er íkomin í ES-samveldinum, við stórveldunum Týsklandi og Fraklandi á odda.

Frakland svaraði hvassliga aftur, tá ið Týskland í evstu løtu atkvøddi ímóti uppskotinum um at banna framleiðslu og sølu av nýggjum bilum, sum eru kolvetnisriknir eftir 2035.

 

ES skal ikki ráða

Italia, Kekkia, Pólland og Bulgaria taka heldur ikki undir við banninum.

- Vit eru samd um grøna orkuskiftið, men vit halda ikki, at ES skal gera av, hvørja tøkni vit skulu brúka, fyri at røkka hesum máli, segði italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, tá hon møtti á toppfundi í gjár.

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, vísir aftur, at hann forðar fyri einari avtalu avtalu, sum er nærum liðugt viðgjørd, og vísir á, at tilgongdin er ikki liðug, skrivar Politico, sambært NTB.

Berlin og Brússel samráðast í løtuni um undantak fyri bilar, sum brúka syntetiskt brennievni, - eitt nú bio-diesel.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109