Náttúruverndarlógin til viðgerðar í dag

Náttúruverndarlógin til viðgerðar í dag
Tingið fer eisini at velja umboð í grein 25-nevndina, sum skal viðgera uppskotið um at javnseta almenn starvsheiti
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, eigur uppskotið um náttúruverndarlóg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2023 - 08:21

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið um náttúruverndarlóg.

Uppskotið skal eftir ætlan koma í staðin fyri ein part av galdandi náttúrufriðingarlóg, men fevnir eisini um meira enn galdandi lóg.

Sama uppskotið var í Løgtinginum fyri einum ári síðan, men var beint aftur í nevnd eftir aðru viðgerð, og fall síðan burtur.

Nú hevur Ingilín Didriksen Strøm, sum er landsstýriskvinna í umhvørvismálinum, borið uppskotið aftur í tingið, og fyrsta viðgerð verður í dag.

Løgtingið fer eisini at velja umboð í serligu grein 25-nevndina, sum skal viðgera uppskotið hjá formansskapinum um at javnseta almenn starvsheiti sum landsstýriskvinna og løgtingskvinna.

Á skránni er eisini fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at heimila kommunum at seta upp vakmyndatól.

Tingfundurin byrjar klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301