Birgir Nielsen farin úr minnilutasamstarvinum í býráðnum í Havn

Birgir Nielsen farin úr minnilutasamstarvinum í býráðnum í Havn
Tað boðaði hann frá á býráðsfundinum seinnapartin, sambært vp.fo
 
23.03.2023 - 16:39

Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð, er farin úr úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn.

- Hereftir verða Fólkaflokkurin og undirritaði ein sjálvstøðugur partur í býráðnum, og tekur støðu í hvørjum máli sær, segði Birgir Nielsen, og legði aftrat, at Fólkaflokkurin í veruleikanum hevur mist annan býráðslimin til Tjóðveldi, tá ið Annika Olsen avgjørdi at varðveita býráðssessin, hóast hon varð í Fólkaflokkinum, tá hon var vald til seinasta býráðsval.

- Tað er ongin loyna, at vit í Havnar Framburðsfelag, har eg eri formaður, heldur høvdu ynskt, at næstvaldi á fólkaflokkslistanum natúrliga fekk hendan sessin, segði Birgir Nielsen m.a. á býráðsfundinum, sambært vp.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301