Mótmælini í Fraklandi halda fram

Mótmælini í Fraklandi halda fram
Macron, forseti, er ikki at vika, men heldur fast um, at pensjónsaldurin skal hækka upp í 64 ár
Hóast politiska skipanin hevur avgjørt at hækka pensjónsaldurin í Fraklandi, halda mótmælini fram.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.03.2023 - 15:40

Mótmælisgongurnar í Fraklandi móti pensjónsnýskipanini halda fram. 

Nú hava mótmælisfólk avbyrgt vegin til ein av terminalunum í Charles de Gaulle-flogvøllinum í París.

Tað skrivar tíðindastovan, Reuters. 

 

Vegurin til ein av terminalunum í Charles de Gaulle-floghavnini hevur verið avbyrgdur. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hóast stóra mótstøðu, segði forsetin, Emmanuel Macron í gjár, at hildið verður fast um ætlanina um at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár. 

Mótmælisgongurnar hava verið ógvisligar, fleiri staðni hava mótmælisfólk sett eld á, sum hevur tarnað ferðsluni á motorvegnum og tokstøðum, og tí eru fleiri skúlar stongdir í dag. 

Fyrr í vikuni var misálit lagt fram á fronsku stjórnina, men franska tjóðartingið feldi uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109